Færri søkja um friðskjól í Svøríki

Sjey onnur ES-lond fáa nú fleiri umsóknir um friðskjól, vísa nýggj hagtøl

Í 2015 setti svenska stjórnin sær fyri at seta sínar flóttafólkareglur niður á minstamarkið í ES-lógini um friðskjól.

 

Avleiðingarnar av hesum síggjast nú aftur á nýggju hagtølunum hjá Eurostat.

 

Seinastu árini hevur Svøríki verið tað ES-landið, sum fær flestar umsóknir aftaná Týskland. Nú taka sjey ES-lond ímóti fleiri umsóknum.

 

Aftaná Týskland eru tað nú Italia, Frakland og Grikkaland, sum fáa flestar umsóknir um friðskjól.

 

Í Norðurlondum søkja tó enn flest fólk um friðskjól í Svøríki.

 

Sambært Eurostat søktu í miðal 1798 fólk um friðskjól í Svøríki um mánaðin millum januar og mai. At sammeta, søktu 406 í Finnlandi, 398 í Noregi, 244 í Danmark og 70 í Íslandi.