Færri og færri søkja á Læraraskúlan

Pauli Nielsen, rektari á Føroya Læraraskúla, ásannar, at áhugin fyri at lesa til lærara og pedagog er minkaður spakuliga seinastu árini

Útbúgving

Føroya Læraraskúli hevur fingið tilsamans 57 umsóknir færri í ár, enn skúlin fekk í fjør.
Pauli Nielsen, rektari, sigur, at 144 søktu inn á pedagogskúla í fjør; í summar er talið 113. Tey høvdu 87 umsóknir til lærara í fjør; í ár eru tær 61.
Hetta merkir, at samlaða talið av umsóknum til lærara og pedagog er 57 færri í ár enn í fjør.
Rektari vísir á, at fyrr í summar var líkt til, at talið av umsøkjarum fór at vera uppaftur minni, men tá ið freistin var við at renna út, komu fleiri umsóknir aftrat.

Minkandi áhugi
- Vit mugu ásanna, at áhugin fyri at søkja á Føroya Læraraskúla at lesa til lærara og pedagog hevur verið spakuliga minkandi seinastu árini.
Pauli Nielsen sigur, at fyri einum 3-4 árum síðan høvdu tey einar 300 umsóknir tilsamans at velja ímillum  stívliga 100 ynsktu at lesa til lærara og út við 200 til pedagog.
Hann dugir ikki at siga, hvør orsøkin til minkandi áhugan er, men heldur, at hetta hevur nakað við útboðið í samfelagnum at gera.
- Tíðirnar eru góðar, og møguleikarnir eru nógvir, vísir rektarin á.
Hann sigur, at vanliga tekur Føroya Læraraskúli bert ein flokk inn av hvørjum um árið, men fyri 4 árum síðan tók skúlin tveir flokkar av læraralesandi inn.
- Tilsamans 48 næmingar byrjaðu í hesum báðum flokkunum, og av hesum hava 40 lokið læraraútbúgvingina í summar, sigur hann.
Vit skulu nógv ár aftur í tíðina, síðan tveir læraraskúlaflokkar seinast byrjaðu á Føroya Læraraskúla.
Tað tekur fýra ár at lesa til lærara og hálvt fjórða ár at lesa til pedagog.

At granska
Pauli Nielsen, sum er 63 ára gamalur, verður ikki rektari á Føroya Læraraskúla, tá ið farið verður í skúla eftir summarfrítíðina.
Søkt hevur verið eftir nýggjum rektara, og sum skilst, hevur skúlin fingið einar sjey umsóknir til starvið.
Enn er nýggjur rektari ikki settur.
Pauli Nielsen sigur, at hann kundi hugsað sær at fingist við gransking, nú tíðin hjá honum á Føroya Læraraskúla nærkast endanum.