Tað eru framvegis færri løntakarar í Føroyum enn tað hevur verið seinastu tvey árini. Í mai vóru 24.225 løntakarar og tað er lægsta talið av løntakarum í mai síðan 2001.
Minkingin er 3,1% minni enn mai í fjør.
Tað er í byggivinnuni og privatu tænastuvinnuni, at tað er afturgongd, meðan fiskivinnan hevur eina lítla framgongd.
Á sumri í 2008 vóru tað gott og væl 4.000 løntakarar í byggivinnuni. Síðan hevur verið ein jøvn minking fram til í vár, men seinastu mánaðirnar hevur arbeiðið verið meira støðugt, og eini 3.200 fólk hava arbeitt í byggivinnuni.
Tað upplýsir Hagstova Føroya í dag.









