Færri og færri kvinnur í Føroyum fáa fosturtøku

Nú er talið á fosturtøku í Føroyum bara ein triðing av tí tað var fyri 30 árum síðani

Talið á kvinnum í Føroyum, sum fáa fosturtøku, fellur alsamt.

 

Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í fjør vórðu 26 fosturtøkur framdar í Føroyum og hetta er ein triðingur av tí, sum talið var fyri 30 árum síðani.

 

Hagstovan sigur, at hóast tølini eru smá og tískil kunnu sveiggja nógv frá ári til ári, er gongdin greið. Og gongdin er, at talið á fosturtøkum í Føroyum hevur verið alsamt minkandi. eisini tá talið av fosturtøkum verður sett upp ímót talinum á livandi føddum.

 

Í 1980-unum var talið á fosturtøkum um 80 fosturtøkur um árið. Í 1990-unum minkaði tað niður um 60, um aldarskiftið niður um 50, í nullunum niður móti 40 og hesi síðstu árini niður um 30.

 

Nú er eisini talið av kvinnum í burðarførum aldri broytt nógv hesi árini, eins og føðitalið. Men eisini tá vit rokna í mun til talið á kvinnum og í mun til talið á børnum, sum verða fødd, er gongdin tann sama, at talið er nógv minkað

 

Talvan vísir talið á fosturtøkum í Føroyum seinastu árini, frá 1981 til 2016.