Síðan 2007 er talið av fiskimonnum við føroyskum skipum minkað við 211.
Í 2007 vóru 1.068 ársverk umborð á føroyskum skipum, men í 2011 var hetta tal komið niður á 857 ársverk, sum er ein minking á 19,7%.
Minkingin var støðug árini 2007, 2008, 2010, tá talið av fiskimonnum var ávikavist 1.068, 901, 871 og 775.
Í 2011 vaks talið aftur upp í 857 ársverk.
Hóast vøksturin í 2011 við 82 monnum, er talan um eina samlaða minking árini 2007 til 2011 á 211 ársverk.
Tað eru tøl hjá grannskoðarafyritøkuni Nota, sum hava hesar upplýsingar við í síni roknskapargreining av fiskiskipaflotanum.