Færri og færri fara í bankan

Tað er ikki bara í Føroyum, at bankar lata deildir aftur. Bara síðan ár 2008 eru fleiri enn 200 bankadeildir í Noregi stongdar. Hetta hevur havt við sær, at færri og færri norðmenn vitja inn á gólvið í bankadeildum fyri at avgreiða sínar bankauppgávur.

Sambært Finans Norge svara 850.000 norðmenn í eini Gallup-kanning, at teir avgreiða síni bankaørindi um netbanka, fartelefon og fastnettelefon.

Hetta eru 150.000 fleiri enn í somu kanning, sum varð gjørd í fjør, og tølini í nýggju kanningini siga, at 21% av viðskiftafólkunum soleiðis avgreiða síni bankaviðurskifti - uttan at vitja eina bankadeild.

- Tú kundi hildið, at tað í høvuðsheitum eru tey yngstu viðskiftafólkini, sum hava vant seg av við at fara í bankan, men millum tey 850.000 viðskiftafólkini er aldursbýtið rættiliga javnt. Tó telja tey, sum eru 60 ár og eldri, eitt minni tal enn hini, sigur samskiftisleiðarin hjá Finans Norge, Ann Håkonsen.

Hon leggur aftrat, at viðskiftafólkini ynskja framvegis at tosa við bankaráðgevar, tá tey skulu taka avgerðir um viðurskifti, sum eru av stórum fíggjarligum týdningi.

- Men afturlatingin av fleiri bankadeildum hevur so eisini havt sína ávirkan á, at so mong eru farin at loysa uppgávurnar sjálvi um netbanka, fartelefon og fastnettelefon, sigur samskiftisleiðarin.

Ann Håkonsen leggur aftrat, at 3,3 miljónir norðmenn brúka netbanka, og vøksturin er størstur millum tey, sum eru 66 ár og eldri.

- Ein orsøk er, at netbankin er vorðin meiri brúkaravinarligur, og at bankafólk hava lært viðskiftafólkini at brúka netbanka, sigur hon.