Færri mál í fótbóltskappingini

Fótbóltur: Føroysku fótbóltsspælararnir gera í ár færri mál, enn teir gjørdu í kappingini í fjør

152 mál vóru skorað í teimum 45 landskappingardystunum í 1.deild hjá monnum higartil. Í miðal er tað 3,38 mál fyri hvønn dystin. Hetta talið er nógv minni, enn miðaltalið í kappingini í fjør, sum var 4,28, men annars er tað rættiliga høgt sammett við hinar landskappingar í Europa.

Av teimum 152 málum vórðu 63 skorað í 1. hálvleiki og 89 (ella 58,5 %) í 2. hálvleiki. Í fjør vóru 229 mál av 385 (ella 59,5 %) skorað í 2.hálvleiki.

Hitt málríkasta umfarið var tað sætta (GÍ-Sumba 7-2, HB-B36 4-2, B71-ÍF 6-0, KÍ-NSÍ 3-0, VB-B68 0-2), har vóru 26 mál skorað (ella 5,2 um dystin), meðan hitt málfátækasta var tað annað (B71-KÍ 1-2, ÍF-Sumba 2-1, HB-GÍ 2-0, VB-B36 0-0, B68-NSÍ 0-0), har vóru bert 8 mál skorað.

Av teimum 45 dystunum vóru 37 vunnir. 10 av sigrunum vóru við meiri enn tveimum málum, og 27 við einum ella tveimum málum. 25 vóru heimasigrar og 12 útisigrar. Bert 8 dystir endaðu við javnleiki, 4 av teimum málleysir.

Mest vanligu úrslitini vóru 2-1 (átta ferðir), 1-0 (fimm ferðir), 0-0, 2-0 og 3-2 (fýra ferðir). Í alt vóru 16 ymisk úrslit í teimum 45 dystunum. Flest mál í einum dysti vóru skorað, akkurat sum í fjør, tá GÍ hevði vitjan av Sumba, sum noyddist suður aftur við 7-2 tapi.

Dysturin á Sarpigerði millum somu feløgini endaði, sum kunnugt, 11-1 til gøtumenn. Tann størsta sigurin í kappingini higartil eiga sandingar, ið vunnu á heimavølli á ÍF við seks málum ímóti ongum.