Færri álop á Ísrael

Ísraelska trygdartænastan Shin Bet staðfestir, at eingi sjálvmoðsálop vórðu framd móti Ísrael í farna ári. Nú 2009 er lokið, kann Ísrael staðfesta, at nógv færri álop vóru á landið í hesum ári enn árið fyri. Talið er nevniliga tað lægsta síðan ár 2000.

Tað er ísraelska trygdartænastan Shin Bet, sum kemur við hesum upplýsingum.

Sagt verður, at tilsamans 15 ísraelar vórðu dripnir í 2009 ímóti 36 árið fyri.

Tíggju ísraelskir hermenn og trý sivilfólk doyðu, tá Ísrael framdi álop móti Gasageiranum, sum byrjaði í endanum av 2008.

Í ísraelska átakinum í Gasageiranum doyðu umleið 1.400 palestinesarar, harav fleiri hundrað vóru sivilfólk.

Í 2009 vórðu eingi sjálvmorðsálop framd móti Ísrael.