Færri ólavsøkubørn í ár

Føroyingar hava skotið óvanliga nógv viðsíðunaav á ólavsøku í fjør. 30. apríl var fólkatalið í Føroyum 48.760 fólk. Hetta eru 33 fleiri, enn tað vóru tann 31.mars. Fólkavøksturin er tó av øðrum ávum enn áður.

Tiltikið er, at børnini, sum verða fødd í apríl mánaði, verða kallaði ólavsøkubørn. Hetta sæst eisini aftur í hagtølunum, tí vanliga er fólkavøkstur í apríl mánaði. Soleiðis hevur eisini verið 23 av teimum seinastu 26 árunum, og í so máta er árið í ár einki undantak.

Munurin er, hvussu hesin fólkavøksturin í apríl í ár er framkomin. 37 børn vórðu fødd í apríl, meðan 34 fólk doyðu. Hetta gevur eitt burðaravlop, ið er trý fólk. Miðalburðaravlopið fyri apríl undanfarnu 25 árini var 33 fólk, og miðaltalið av nýføðingum hesi árini var 64 børn, meðan talið av deyðsfallum var 31.

Sostatt er fólkavøksturin í apríl mánaði komin av tilflyting. 35 fólk fluttu av landinum, meðan 65 fluttu til Føroyar, sum gevur eina nettotilflyting upp á 30, sum saman við burðaravlopinum gevur fólkavøksturin upp á 33 fólk.

So er spurningurin bara, um hetta við at verða ólavsøkubarn er við at doyggja út, og at tað í staðin verða festivalbørn frá G! og Summarfestivalinum, ella um føroyingar bara hava skotið óvanliga nógv viðsíðunaav farnu ólavsøku. Tað verða vita kanska klókari upp á um eitt ár ella so...