Færri landingar hjá Beta í Saltangará

Fiskivinna

Seinastu tíðina hava færri landingar verið á landingarmiðstøðini hjá P/F Beta í Saltangará enn áður.
Ragnar Olsen, reiðari, vísir á, at skipini, sum regluliga hava lagt veiðina upp í Saltangará, eru vorðin færri í tali, men ætlanin er á ongan hátt at gevast at landa skip.
- Skip eru seld, og onnur hava ligið vegna onkur brek. Hetta hevur ávirkað landingarnar, sigur hann.
Ragnar sigur, at ætlanin tó ikki er at gevast at veita skipum hesa tænastu.
- Vit fara hinvegin at gera uppaftur meira fyri at fáa skip landa hjá okkum, sigur reiðarin.
Ragnar Olsen vísir á, at tveir av gomlu kuba-bátunum, sum annars eru seldir norskum áhugamálum, eru lagdir, og somuleiðis er Smaragd seldur. Seinasta parið av gomlu kuba-bátunum er enn í vinnu, og teir gera  sum skilst  ein túr í senn.
- Hetta hevur ávirkað talið av landingum, sigur reiðarin.