Í Danmark er áhugin fyri læraraútbúgvingini minkandi, og í ár hava tíggju prosent færri søkt um at sleppa á læraraskúla enn í fjør.
Bæði danska lærarafelagið og leiðslurnar á læraraskúlunum halda seg vita, hví færri hava søkt um at sleppa á læraraskúla. Nils-Georg Lundberg, sum er stjóri á læraraskúlanum í Norðurjútlandi, sigur við Politiken, at fólkaskúlin hevur fingið so vánaliga umtalu í fjølmiðlunum og tí politiska orðaskiftinum, at fólk aftra seg við at leita tann vegin. Harafturat vísir hann á, at myndugleikarnir hava leingi tosað um at nýskipa læraraútbúgvingina, men at einki er hent.
Í orðaskiftinum hevur fleiri ferðir verið nevnt, at næmingarnir hava ikki virðing fyri lærarunum, og at teir duga ov illa. Formaðurin í lærarafelagnum, Anders Bonde Christensen, heldur, at hetta orðaskiftið má fáa ein enda, tí fólkaskúlin er ikki so vánaligur sum tann umrøða, hann fær. Hinvegin heldur hann ikki, at ein nýskipað læraraútbúgving hevði fingið fleiri at søkt inn á læraraskúlarnar.