Í 2010 vóru 23.933 løntakarar. Hetta eru stívliga 400 færri enn í 2009 og svarar minkingin til 1,7%. Flest løntakarar vóru í 2007, og síðan tá hevur verið minking hvørt ár. Tíggjundi hvør løntakari fór úr byggivinnu og aðrari tilvirking í 2010. Minkingin var góð 300 fólk, og tað svarar til at umleið 25 fólk fóru úr vinnubólkinum um mánaðin. Eisini í 2009 minkaðu byggivinna og tilvirking, og tá var minkingin um 500 fólk.
Í fiski- og aðrari ráevnisvinnu var stórt fall í 2008, og síðan tá hava tað verið umleið 4.200 løntakarar í vinnuni. Privata tænastuvinnan hevur somu gongd, men her var stóra minkingin í 2009 og eru nú um 8.000 løntakarar í privatu tænæstuvinnuni.
Innan almenna fyrisiting og aðrar tænastur er gongdin øvugt, síðan 2007 eru um 250 til 300 løntakarar komnir aftrat í henda vinnubólkin.
Tað var í teimum sunnaru sýslunum at minkingin var mest. Í Sandoyar sýslu var minkingin 4% og í Suðuroyar sýslu 2,6%. Í Eysturoyar-, Streymoyar- og Vága sýslu var minkingin millum 1 og 2,1%. Í Norðoya sýslu var gongdin beint øvugt, tí har vóru 1,1% fleiri løntakarar í 2010.
Minkingin seinasta árið er nærum øll í aldursbólkunum undir 40 ár. Serliga stór er minkingin í aldursbólkinum 16 til 19 ár, har tað vóru 164 færri løntakarar, sum svarar til eina minking uppá 9%. Størsta framgogndin var í aldursbólkinum 67 til 74 ár, og var hon 4,3%, skrivar Hagstovan á heimasí?u síniø