Færri løntakar

910 færri løntakarar vóru í januar í ár, sammett við januar í fjør. Sambært Hagstovuni er serliga stór minking í fiskivinnuni, næstan 12 prosent. Í byggivinnuni var afturgongdin átta prosent. Lítil broyting var í almennu tænastunum.

23.133 løntakarar vóru í januar í ár. Tað eru 2600 færri enn í januar 2008, tá 25.700 løntakarar vóru. Síðan 2008 er fjórði hvør løntakari farin úr vinnubólkinum byggivinna, fimti hvør úr fiskivinnu og tíggjundi hvør úr privatu tænastuvinnunum. Í almennu tlænastuni er lítil framgongd, upplýsir Hagstovan.