Hungursneyðin í Somalia er við at hasa av. ST sigur, at seks øki, sum fyrr í ár vórðu lýst sum hungursøki, eru tikin av hesum listanum, tí nú hava fólk har nóg mikið til matna.
Kreppan er tó ikki liðug. ST sigur, at umleið 250.000 fólk eru framvegis sera illa fyri, men ein uggi er, at hetta talið var uppi á 750.000 fyri ikki so langari tíð síðani. ST sigur, at tað er framvegis stórur tørvur á mati og øðrum neyðsynjarvørum, og at teir seinastu trupulleikarnir verða neyvan loystir fyrr enn næsta summar.
Tað var óvanliga turt í eystara parti av Afrika fyrr í ár, og síðani eru fólk í tíggjutúsundatali deyð av hungri, skrivar BBC.