Kavin og kuldin ger, at innbrotstjóvarnir halda seg inni, og danska løgreglan hevur fingið nógv færri boð um innbrot í ár í mun til undanfarin ár, siga danskir miðlar. Tað er ikki lætt at vera innbrotstjóvur í Danmark í hesum døgum. Tí tað er ikki lætt at sleipa avstað við flatskíggjum og teldum í hesum veðrinum.
- Fráboðanirnar um innbrot eru farnar niður í eina góða helt. Sjálvt innbrotstjóvar lata seg ávirka av nógva kuldanum. Tað er heldur ikki bara at siga tað at bróta inn, tá tú fyrst skal trampa runt í tjúkkum kava. Útsýnið er eisini nógv betri, tá alt er so hvítt, sigur vakthavandi viðKøbenhavns Vestegns Politi, Steen Lyth við Berlinske Tidende.
Higartil hevur politiøkið fingið 23 fráboðanir um innbrot móti 43 síðsta ár.
Tendensurin er hin sami runt um í Danmark og fyri alt landið eru fráboðanirnar um innbrot 223 í ár í mun til 338 fyri somu tíð í fjør. Og tá tosa vit altso bara um jólaaftan og jóladag higartil.
Innbrotini eru serliga nógv um jólini, og tað er serliga tær nýggju jólagávurnar, sum hava stóran tokka millum innbrotstjóvar. Í Danmark er traditión fyri, at fara til jólaborðhald hjá hvørjum øðrum jólaaftan og jóladag, og tí standa nógvar íbúðir og nógv hús tóm hesar dagarnar, skrivar Berlinske Tidende.