Undirveitarar hjá Apple hava nú fingið boð um munandi skerjingar í framleiðsluni av lutum til iPhone 5. Sambært Reuters hava eitt nú LG í Korea og Sharp í Japan fingið hesi boð.
Upprunaliga roknaði Apple við at selja á leið 65 milliónir iPhone 5 í fyrsta ársfjórðingi í ár, men hetta er nú justerað niður á 32 milliónir.
Apple hevur enn ikki gjørt viðmerkingar til søguna hjá Reuters, men fleiri greinarar staðfest, at tað higartil eru seldar nógv færri iPhones enn tað, sum Apple framman undan hevði mett.