Færri hava álit á Helle

Støðugt færri og færri danir halda, at Helle Thorning-Schmidt eigur at sleppa at halda fram sum forsætisráðharri aftan á næsta fólkatingsval. Í einari nýggjari kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Berlingske Tidende, siga 30 prosent, at Helle er best egnað at halda fram sum stjórnarleiðari. Men 50 prosent vilja heldur hava undanmann hennara, Lars Løkke Rasmussen.

Munurin millum tey bæði hevur ongantíð verið so stórur sum nú, og sambært politiska framsøgumanninum hjá Sosialdemokratunum, Magnus Heunicke, er frágreiðingin einfalt tann, at tað er nógv torførari at vera forsætisráðharri enn andstøðuleiðari í búskaparligari krepputíð.

-Vit eru noydd at fremja nýskipanir fyri at útvega arbeiðspláss, og tað krevur, at vit mugu taka avgerðir, sum fólki ikki dámar. Eg vænti, at vit fara at síggja eitt annað úrslit, tá vend kemur í búskapin, sigur Magnus Heunicke við Berlingske Tidende. Hann heldur ikki, at veljararnir revsa forsætisráðharran, tí hon og flokkurin hava brotið lyfti, sum tey góvu í valstríðnum.