Færri ganga í 10. flokki

Talið á næmingum í 10. flokki er minkað 21 prosent tey seinastu trý árini Talið á næmingum í 10. flokki er minkað við 21 prosentum eftir trimum árum. Tað skrivar Skúlablaðið.

Víst verður á, at 512 næmingar ganga í 10. floki hetta skúlaárið, og at í fjør var talið 553 og árið fyri 647.

16 skúlar í Føroyum hava 10. flokk. Fýra teirra eru í Havn, og av teimum hevur Eysturskúlin flestar næmingar. Eysturskúlin fer um tvey ár at hýsa øllum næmingunum í 10. flokki í Havn.

10. flokkur er betri umtóktur úti um landið enn í høvuðsstaðnum. 41 prosent av øllum skúlabørnum í Føroyum eru í Havn, men 65 prosent av teimum, ið ganga í 10. flokki hetta skúlaárið, búgva uttanfyri Havnina, veit Skúlablaðið at siga.