Fólkatalið var 50.498 tann 1. januar. Tað vaks við 676 fólkum ella 1,4% í 2017, skrivar Hagstovan.
Síðani fólkavøksturin tók dik á seg fyri góðum trimum árum síðani, var hann av tí mesta í Tórshavnarøkinum. Tað broyttist nú í fjør, so tað er ikki sama ferð á fólkavøkstrinum í høvuðsstaðnum, sum aðrastaðni í landinum: í 2017 átti Tórshavnarøkið 32% av fólkavøkstrinum, samanborið við 55% í 2016.
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein vøkstur í tilflytingini. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.141 ið fluttu av landinum í fjør. Verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið, finna vit als ikki so lágt tal fyri fráflyting í hagtalsgrunninum, ið gongur aftur til 1970.
Tó sæst nú, at vøksturin í tilflytingini støðgaði á í 2017, og hon heldur minkaði við 23 fólkum í mun til 2016. Broytingin er tó so lítil, at ilt er at siga, um hetta merkir, at tilflytingin hevur verið í hæddini. Hinvegin minkar fráflytingin framvegis og var 84 fólk færri í 2017 enn í 2016. Hetta gjørdi, at nettotilflytingin vaks við 61 fólkum.
Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009 -12, so er árliga fráflytingin nú eini 600 fólk minni og tilflytingin eini 300 størri – og tí er ein negativ nettofráflyting á yvir 400 vend til eina enn størri positiva nettotilflyting.
Samanborið við 2016 minkaði burðaravlopið munandi í 2017, úr 296 niður í 211. Vit skulu seks ár aftur til 2011 fyri at finna eitt lægri burðaravlop enn í 2017. Minkingin í burðaravlopinum í 2017 kemur av, at føðitalið minkaði við 19 børnum og deyðatalið vaks við 66 fólkum.
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, tó bert lítil vøkstur Suðuroy og ein lítil minking í Sandoy.
Í nøkrum útoyggjum veksur fólkatalið, serliga í Hestoy við 4 fólkum, svarandi til 19%. Eisini er vøkstur í Kalsoynni og Mykinesi. Í nøkrum halda tey tørn, sum í Skúvoy, Stóra Dímun og Koltri, meðan tað er minkandi fólkatal í Fugloy, Svínoy og Nólsoy. Serliga stór er minkingin í Fugloy við 8 fólkum ella 18%. Men á útoyggjum eru tað sum heild sera smá tøl, ið ofta skifta ymiskan veg.










