Ferðafólkatalið um flogvøllin var 1,9 prosent minni í septembur enn í sama mánaði í fjør Í septembur í ár ferðaðust 17.344 ferðafólk um flogvøllin í Vágum. Hetta er 1,9% færri enn í septembur í fjør, tá talið var 17.676.
Ferðafólkatalið á høvuðsfarleiðunum, tað er á Danmarkarleiðunum, er í septembur minkað við 1,6%. Á Íslandsleiðunum er ferðafólkatalið í septembur minkað við 16,8%. Her er tó talan um væl minni ferðafólkatal enn á Danmarkarleiðunum.
Higartil í ár eru tilsamans 177.594 ferðafólk farin og komin um flogvøllin. Tað eru 3,1% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá talið var 172.212. Higartil í ár hevur verið framgongd á øllum farleiðunum uttan á Íslandsleiðunum, har afturgongdin fyrstu 9 mánaðarnar hevur verið 20%.
Í septembur komu og fóru tilsamans 388 flogfør. Hetta er 10,8% færri enn í septembur í fjør, tá 435 flogfør komu og fóru, sigur Vága Floghavn á heimasíðu síni.










