Færri flokkar í Danmark

Nýggj veljarakanning sigur, at hvørki Eindarlistin ella Nýggja Samgongan høvdu fingið umboðan, og at afturgongdin hjá Javnaðarflokkinum framvegis hevði verið stór Hóast tað seinastu tíðina hevur verið buldraligt, so tykjast veljararnir í Danmark framvegis hava álit á stjórnini hjá Anders Fogh Rasmussen. Nýggj kanning í Jyllands Postinum vísir, at um tað hevði verið val nú, so høvdu Vinstri og Konservativi stjórnarflokkarnir saman við stuðulsflokkinum Danska Fólkaflokkinum fingið 94 tingmenn, meðan andstøðuflokkarnir høvdu fingið 81. Á síðsta vali fingu samgonguflokkarnir og stuðulsflokkurin 89 tingmenn.

Serliga hjá Javnaðarflokkurin er kanningin mein. Á síðsta vali fekk flokkurin 45 tingmenn, sum var søguliga vánaligt. Nýggja kanningin vísir, at nú hevði Javnaðarflokkurin bara fingið 37 tingmenn. Vinstri hevði verið størsti flokkur við 47 tingmonnum (+1).

Merkisvert er tað, at flokkatalið hevði minkað, um tað hevði verið val nú. Hvørki Eindarlistin ella Nýggja Samgongan høvdu fingið umboðan í Fólkatingið. Harvið hevði flokkatalið bara verið seks.

Í Danmark hevur stjórnin verið í politiskum ódnarveðri seinastu vikurnar. Forsætismálaráðharrin hevur staðið fyri skotum, tí hann verður sagdur at hugsa ov nógv um uttanríkispolitikk og ov lítið um innanríkispolitikk. Fíggjarmálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, er undir ákærum fyri ikki at hava skil í skjølunum, og samráðingarnar við partarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum eru slitnaðar. Mikudagin verður stórt verkfall eitt nú innan heilsu-,almanna og undirvísingarøkið.

Sambært nýggju veljarakanningini hevur einki av hesum skalað álitið hjá dønum á stjórnina hjá Anders Fogh Rasmussen.