Í Noregi er talið á fiskavirkjum, sum arbeiða hvítan fisk, minkað nógv tey seinastu tíggju árini. Serliga í Troms eru nógv virkin horvin í hesum tíðarskeiðinum. Í 1995 vóru 41 fiskavirkir í Troms, sum arbeiddu hvítan fisk, men í dag eru tey bara 23, og í Finnmørkini eru átta virkir latin aftur. Trupulleikin er, at hesi fiskavirkini forvinna ov lítlan pening, og sambært fiskimálaráðnum er tað ikki sannlíkt, at tey mistu arbeiðsplássini koma aftur.