Umleið fjórði hvør føroyingur roykir hvønn dag, og tað er væl minni enn fyri nøkrum árum síðani Altsamt færri føroyingar festa sær í.
Tey nýggjastu tølini hjá Fyribyrgingarráðnum vísa, at 24 prosent av teimum vaksnu roykja hvønn dag. Tað er væl minni enn fyri fimm árum síðani, tá 37 prosent royktu hvønn dag.
Pál Weihe, formaður í Fyribygingarráðnum, sigur gongdina vera hugaliga, men samstundis harmast hann um, at 22 prosent av teimum, sum ganga í 9. flokki, roykja hvønn dag.
Tølini vúsa, at kvinnur og menn roykja líka nógv - ella líka illa.