Vanlukkan við ferðamannaskipinum Costa Concordia fær nú avleiðingar fyri ferðavinnuna í Grønlandi. Higartil hava 27 ferðamannaskip við 26.000 ferðafólkum boðað frá, at tey koma til Grønlands í summarhálvárinum. Tað er minni enn í fjør, tí tá vóru skipini 33 og ferðafólkini 30.000 í tali.
Visit Greenland sigur, at tað eru ymsar orsøkir til, ata færri skip koma í ár. Ein er, at reiðaríið Costa Cruises, sum er tað størsta í Evropa, hættir sær ikki at senda síni skip norður í ísin í ár eftir tað, sum hendi Costa Concordia tíðliga í ár. Í fjør var Costa Deliziosa í Grønlandi við 2.800 ferðafólkum.
Eitt annað, sum hevur fingið reiðarí at sleppa Grønlandi, er tað sonevnda pax-avgjaldið. Avgjaldið er 525 krónur, og tað skal landskassin hava fyri hvørt ferðafólk, sum kemur við ferðamannaskipi í grønlendskan sjógv.