Færri ferðafólk til Íslands

Higartil í ár hava 170.400 útlendsk ferðafólk vitjað Ísland. Tað er 8.500 fól ella fimm prosent færri enn fyrra hálvár í fjør. Tøl hjá ferðamannastovuni í Reykjavík vísa, at 21 prosent fleiri amerikanarar hava vitjað í Íslandi fyrra hálvár, men at munandi færri eru komin úr øðrum londum. Tó hava fleiri týskarar, fransmenn og norðmenn verið í Íslandi higartil í ár enn um hesa tíðina í 2009.

Hinvegin eru tey niðurlendsku ferðafólkini næstan 40 prosent færri í ár.

Hagtølini hjá ferðamannastovuni vísa, at amerikanararnir steðga vanliga millum tveir og fýra dagar í Íslandi á veg yvir um Atlantshavið, skrivar Morgunblaðið.