Færri ferðafólk í mars

Ùtvið 10 prosent færri hava ferðast um floghavnina í Vágum í mars.
Minkingin er vegna páskini, sum í fjørð vóru í mars, og í ár eru í april.

Tilsamans 11.127 ferðafólk fóru og komu um floghavnina í mars mánaða í ár. Hetta er 9,8 prosent færri enn í mars í fjør, tá ferðafólkatalið var 12.337.
Nógvir føroyingar koma heim, og fara út at ferðast á páskum, og vænta tey tí á flogvøllinum, at ferðafólkatølini fyri apríl vera munandi størri enn í fjør.
Higartil í ár hava tilsamans 31.995 fólk ferðast um floghavnina. Hetta er 5,2 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá talið var 30.400.
 Í mars eru 387 flogfør komin og farin um floghavnina. Hetta er eitt prosent færri enn í mars í fjør, tá talið var 391. Higartil í ár eru 1.132 flogfør komin og farin um floghavnina, ella 9,7 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.(