Undanfarin ár hevur stevnan verið í Ítróttarhøllini á Hálsi, men í ár valdi Synergi, sum skipaði fyri stevnuni, at hava stevnuna á Hotel Føroyum. Karmarnir um stevnuna vóru tískil heilt annarleiðis enn áður.
Orsøkin til, hví gestirnir vóru nakað færri í ár, vita fyriskipararnir ikki enn, men nógv var á skránni hetta vikuskifti og nógv vóru upptikin av heystslaktinum
Hóast hetta vóru fyrilestrarnir og sofaprátini sera væl vitjað, og at hava eina pallin í einari trappu vísti seg at vera eitt gott hugskot.
- Trappan er eitt minni økið og bleiv tað ein meiri intim uppliving at sita har, greiðir Ása Andreasen frá.
Royna zoneterapi
Nógvir handlar og viðgerðarstovur vístu fram, og bar eisini til at royna ymiskt sum zoneterapi, andlitsviðgerðir og annað.
Turid Christophersen, sum var á stevnuni við síni nýútkomnu bók "Hugnalig ítriv" var vælnøgd við stevnuna, men tíanverri vóru tað ikki nógv fólk, sum komu til hennara ítrivsskúla.
- Tað hevur verið eitt sindur trupult at fáa fólk til teir ymisku lívsstílsskúlarnar, sigur Ása Andreassen eisini.
Stórt salongshow
Hæddarpunktið á stevnuni var sunnukvøldið tá tríggjar salongir vístu tær kulastu frisyrurnar í Føroyum. Salongirnar høvdu gjørt sær stóran ómak og gjørdist hetta eitt rættiliga forkunnugt upplivilsi hjá gestunum.