Klaksvík:
Samfelagsmøtini verða hildin annaðhvørt ár í Klaksvík og í Suðuroy. Í ár var tað so aftur brøðrasamkoman í Klaksvík, sum var vertur. Stevnan eydnaðist væl, og nógv fólk nýttu høvi til at koma til Klaksvíkar at halda hvítusunnuna og koma saman um Guds orð í KÍ høllini. John Færø er ein av fyriskiparunum. Hann heldur tó, at tað vóru heldur færri uttanbýggja fólk í ár enn undanfarin ár.
? Verkfallið var jú av fríggjamorgunin, og tá høvdu mong longu tikið avgerð um at setast aftur, so tað blivu heldur færri av bygd, men væl hilnaðist kortini, sigur hann.
Samfelagsmøtini byrjaðu hóskvøldið við møti í Betesda. Síðani varð farið í KÍ høllina hinar fýra dagarnar.
Sum nakað nýtt høvdu tey í ár eina sangløtu seinnapartin 2. hvítusunnudag. Hetta er ikki roynt áður, men John heldur, at tað eydnaðist avbera væl.
? Høllin var fullsett, og nógvur felagssangur var á skránni, sigur hann. Harafturat framførdi ein kvartett úr Betesda eisini.
Um kvøldarnar var opið hús. Hóskvøldið og fríggjakvøldið í Bestesda og hini bæði kvøldini í KÍ høllini. Hetta er nakað, sum hevur vundið meira og meira upp á seg seinastu árini, og nú kann tað sigast at verða vorðið ein fastur partur av samfelagsmøtunum. Og tað heldur John Færø er sera positivt.
- Tað er gott, at tey ungu kunnu savnast til eina meira avslappaða og hugnaliga løtu, har tey kunnu fáa te ella kaffi og okkurt afturvið. Tey eru savnað til einaferð út á náttina, meðan vit meiri tilkomnu fara heim at fáa okkum kaffi frá vinfólkum, greiðir hann skemtandi frá.
Tey ungu plaga so somuleiðis at hava meiri tónleik, og tey hugna sær saman.
Somuleiðis vóru fleiri kór við á møtunum í ár. Talan var um fýra kór: Betesdakórið, Ebenezerkórið, Siloakórið og ungdómskórið í Betesda. Hesi sungu øll á onkrum av møtunum.
Samanumtikið so eydnaðust samfelagsmøtini bara heilt væl, hóast verkfallið á privata arbeiðsmarknaðinum vardi so longi.
John Færø er tó vísur í, at tað høvdu komið fleiri av bygd, um tað endaði fyrr.
? Tað gerst ikki við, tað verður betur næsta ár, sigur hann.
Samfelagsmøtini verða aftur næsta ár í Suðuroy á hvítusunnu.









