Færri fólk fáa løn í Føroyum

23.350 fólk fingu løn í oktober í Føroyum. Tað er 786 fólk enn fyri einum ári síðani og er ein afturgongd 3,3 prosent. Hetta boðar Hagstovan frá. Tað hevur verið afturgongd í øllum vinnubólkum uttan almennum tænastum, har tað eru 0,3% fleiri løntakarar.

2007 var árið, tá flest fólk fingu løn í Føroyum, tá talið nærkaðist 26.000. Síðan tá hevur verið ein minking fýra á rað, og fyri fyrstu ferð í tíggju ár eru tað nú færri enn 24.000 løntakarar í oktober.

Eitt neyvari yvirlit fæst á heimasíðuni hjá Hagstovuni, hagstova.fo.