Færri fólk í arbeiðsførum aldri

Undir yvirskriftini “Arbeiðsmegin - ein framtíðar avbjóðing” fer Almannaráðið undir eina verkætlan við tí í hyggju at lýsa viðurskiftini við eldrabylgjuni her á landi.

Í dag er støðan hon, at flestu Norðurlond standa frammanfyri stórum av avbjóðingum, tá talan er um arbeiðsmegi okkara.

Veruleikin er, at tað gerast fleiri og fleiri eldri, samstundis sum tað eru færri fólk í arbeiðsførum aldri. Um somu tíð er tað ein sannroynd, at talið av óarbeiðsførum borgarum veksur.

- Avbjóðingina við óarbeiðsføri er nakað, sum vit mugu taka í álvara, og tað er av týdningi at varpa ljós á evnið, sigur Almannamálaráðið.

Í næstum fer ráðið at leggja uppskot fyri løgtingið um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum er ein liður at virka fyri einum rúmligum arbeiðsmarknaði.

- Uppskotið er eisini ein liður í arbeiðinum at endurskoða forsorgarlógina, verður sagt.