Flestu føroyingar munnu kennast við nøvnini Hillary Clinton og Donald Trump. Oddafólkini í stríðnum til at gerast ávikavist demokratiska og republikanska forsetavalevni eru javnan at hoyra í tíðindunum, og er áhugin fyri amerikanska undanvalið nærmast at líkna við áhugan fyri einum fótbóltsdysti.
Undir valstríðnum verða amerikanarar og restina av heiminum undirdíkt í vitan, niður í minstu detaljur, um valevnini og hvussu tey klára tað.
Tí er tað kanska óvæntað fyri tey flestu, at hóast amerikanskir og altjóða fjølmiðlar eru á tremur við tíðindum um valevnini, so eru tað faktiskt fáir amerikanarar, ið hava greitt atkvøðu til undanvalini í teimum ymsu statunum.
Einans 10,6 milliónir persónar hava atkvøtt fyri Donald Trump til undanvalini, meðan støðan hjá Hillary Clinton ikki er nógv frægari. Einans 12,4 milliónir fólk hava atkvøtt fyri fyrrverandi forsetafrúgvini.
Til seinasta forsetaval høvdu 235 milliónir amerikanarar atkvøðurætt. Um útgangsstøðið verður tikin í tí, so hava einans 4,5 prosent av veljarunum valt Donald Trump og 5,3 prosent av veljarunum hava valt Hillary Clinton. Samanlagt megna tey bæði valevnini ikki upp á 10 prosent av samlaða veljarafjøldini.
Nevnast skal tó, at lága vallutøkan ikki er óvanlig. Amerikanarar hava ikki nakra serliga siðvenju fyri at atkvøða til undanval, meðan valluttøkan til forsetavali hevur ligið um 55 prosent síðstu trý valini.