Færri doyggja av korona í Italia og Bretlandi

Italia og Bretland eru millum harðast raktu londini av koronavirus. Færri doyggja nú eftir smittu í teimum báðum londunum.

165 fólk, sum eru smittað við koronavirus, eru seinasta samdøgrið skrásett deyð í Italia. Tað er lægsta tal av deyðum síðani 9. mars.

Tað er ein lækking í mun til tilsvarandi tøl í gjár, tá 194 fólk við koronavirus doyðu.

Lækkingin í talinum av deyðum kann staðfestast, nú Italið so líðandi er farið at lata landið uppaftur eftir nógvar vikur við strongum avmarkingum fyri at steðga smittuketunum.

Tað eru eisini góð tíðindi, tá tað snýr seg um nýsmittað. Sunnudagin vóru 802 nýggir tilburðir í mun til í gjár, tá talið var 1083 nýggir smittutilburðir.

Tað er fyrstu ferð síðani fyrst í mars, at talið av nýsmittaðum upp á eitt samdøgur er undir 1000.

Eisini í Bretlandi, sum er annað av teimum hart raktu londunum, sær dagliga talið av deyðum út til at lækka.

Har boðaði heilsumálaráðið frá, at 269 koronasmittað eru deyð seinasta samdøgrið.

Í gjár var talið 346.

Tað hevur fyrr víst seg, at fráboðanir um tølini um vikuskiftini hava verið lægri enn veruligu tølini.

Fríggjadagin var boðað frá, at 626 doyðu í Bretlandi.

31.855 bretar við virussmittuni eru nú deyðir.

Frankaríki boðar frá, at har eru skrásett 70 fólk deyð við koronavirus síðani í gjár, og tað er tað lægsta talið í fleiri vikur.

Í gjár vórðu skrásett 80 deyð við korona – tað lægsta talið í eitt samdøgur síðani fyrst í apríl mánaðir, skrivar franska tíðindastovan AFP.

Talið av deyðum tilsamans á fronsku sjúkrahúsunum og røktarheiminum er nú komið upp á 26.380

/ritzau/Reuters