Fyri fyrstu ferð vísa hagtøl í Danmark, at færri danir doyggja av blóðtøppi og øðrum hjarta-æðrasjúkum enn av krabbameini. Talið á fólki, sum doyggja av krabbameini, hevur verið rættiliga støðugt tey seinastu 15 árini, men í sama tíðarskeiði er talið á teimum, sum doyggja av hjarta-æðrasjúkum, minkað 38 prosent.
Formaðurin í danska hjartafelagnum, Peter Clemmentsen, sigur vcið DR, at hetta kemst fyrst og fremst av betri viðgerð.
Hann vísir á, at í 1995 fekk næstan eingin dani viðgerð fyri at minka kolosterolið í blóðinum. Í dag fáa næstan 500.000 danir hesa viðgerð, sigur hann.










