Djóra- og plantumargfeldið í tí arktiska økinum er í vanda, og tað eru veðurlagsbroytingarnar, sum hava skyldina. Tað stendur í einari vísindafrágreiðing, sum Arktiska Ráðið almannakunnger í dag.
Sagt verður, at liviumstøðurnar hjá djórunum broytast, og at plantulívið er eisini í stórari broyting. Tað arktiska grasið má víkja fyri grassløgum, ið breiða seg sunnaneftir, og markið fyri skógarvøkstri er flutt 500 kilometrar norðureftir tey seinastu 90 árini.
Granskararnir siga, at veðurlagsbroytingarnar fara at broyta okkara uppfatan av, hvat og hvussu Arktis er. Teir siga, at djór og plantur, sum í dag eru eyðkenni fyri tað arktiska økið, verða sjáldsom í komandi árum, og summi fara kanska at doyggja út.