Tey seinastu 15 árini er talið á deyðadómum minkað heili 75 prosent í USA, og samstundis vísa hagtølini, at talið á fullførdum deyðadómum er minkað 60 prosent í sama tíðarskeiði.
Í einari nýggjari frágreiðing stendur, at 78 fólk í USA hava fingið deyðadóm í ár. Í 1996 var talið 315. 2011 er fyrsta árið, at talið á deyðadómum hevur verið niðan fyri 100, síðani deyðarevsingin varð sett aftur í gildi í 1976.
43 fólk eru tikin av døgum í amerikonskum fongslum í ár, 13 teirra í Texas. 16 statir hava deyðarevsing, men tríggir teirra umhugsa at seta hana úr gildi, skrivar Reuters.









