Færri danir vilja giftast

Tað eru framvegis færri danir, sum siga ja til hvørt annað. Í fjør var lægsta talið av vígslum í 29 ár.

Tað er ikki longur so undurfult og fagurt at fylgjast á lívsleið saman. Í fjør upplivdu danir lægsta talið av vígslum síðani 1983: 27.700 vórðu vígd, sum er ein afturgongd uppá 12 prosent í mun til árið fyri.

Um ein hyggur eftir 2008 er afturgongdin heili 27 prosent. Trý av hvørjum finn vígdum pørum er millum 25 og 39 ár,vísa tøl frá danska hagtalsstovninum.

Í fjør var – ikki uttan orsøk – flestu vígslur fríggjadagin 11. November sum í tølum varð skrivaður 11.11.11. So mong sum 1072 vórðu vígd henda dagin.

Samstundis sum fallandi talið av vígslum fóru 14.500 pør frá hvørjum øðrum.