Færri Dag & Vikur í summar

Hóast nýggja samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn hevur gjørt broytingar í kringvarpsgjaldinum, ið hava til endamáls at tryggja, at Kringvarp Føroya fær ein trygga inntøku til at reka virksemi fyri, so sæst tað ikki aftur á summarskránni hjá stovninum.


Enn einaferð hevur leiðslan í public service stovninum nevniliga avgjørt at skrúva niður fyri útreiðslunum um summarið og senda færri tíðindasendingar í sjónvarpinum.


Í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum í dag boðar stovnurin frá, at frá í næstu viku av verður Dagur & Vika einans at síggja týskvøld og fríggjadag.


- Sjónvarpstíðindi verða týskvøld og fríggjakvøld í fimm vikur, frá 27. juni til 1. august, tá Dagur og Vika aftur verður fýra ferðir um vikuna. Ítróttasendingin 3-2 er farin í summardvala og verður aftur 22. august. Barnasendingar í sjónvarpinum halda fram sum vant, bæði gerandisdagar og sunnumorgnar, skrivar Kringvarpið millum annað í tíðindaskrivi í dag.