? Tað er ikki beinleiðis rætt at siga, at Bussleiðin er minkað úr seks niður í fýra leiðir, tí tað er ein umlegging farin fram, sum hevur við sær, at fýra leiðir nú røkka tað, sum seks leiðir rukku áðrenn, sigur borgarstjórin í Havn.
Hann heldur ikki, at tænastustøðið er lækkað nakað nevnivert við hesi umlegging.
? Tá ein Bussleið verður broytt, vilja tað altíð koma aftursvar uppá tað. Og tað vilja altíð verða nøkur, sum ikki eru nøgd við broytingarnar, tí tað verður óhøgligari hjá teimum enn tað var áðrenn, sigur Jan Christiansen og leggur afturat, at tey misnøgdu altíð hoyrast so væl. Tórshavnar kommuna hevur tó eisini fingið teldubrøv frá nøgdum fólki, sum nýta Bussleiðina.
Borgarstjórin í Havn sigur eisini, at tá ein nýggj bussleið kemur í gildi, so merkist tað altíð aftur í inntøkunum ta fyrstu tíðina. Hetta, heldur hann, kemur óivað av, at fólk eru vanabundin, og ein tílík broyting krevur av fólki, at tey skulu tilpassa seg av nýggjum og venja seg við broytingarnar.
? Og tað hevur víst seg, at tað gongur bert ein stutt tíð, so hava fólk vant seg við tað aftur.
Men Jan Christiansen sigur samstundis, at við eini broyting eru tað ofta onkur ting, sum kunnu verða gjørt betur. Og hann sigur, at tey eru opin fyri at gera rættingar, um tað gerst neyðugt. Men hann leggur dent á, at leiðin, sum hon er nú, skal royndarkoyrast í eina tíð, síðani verður samlað upp og hugt eftir, um rættingar eru neyðugar.
? Tað er sanniliga ikki bara sum at siga tað at sita við eini bussleið og skula tilrættisleggja hana, og tá hon so verður umløgd, so kann ein næstan ganga útfrá, at onkur mistøk eru, sum krevja batar, sigur Jan Christiansen.
Bussleiðin varð boðin út seinasta ár, og tað varð gjørt, sambært Jan Christiansen, tí at kommunulógin leggur upp til, at øll størri arbeiði í eini kommunu eiga at verða útboðin.
? Skulu vit fylgja andanum í kommunustýrislógini, so eiga vit at bjóða eina tílíka leið út, soleiðis at øll hava líka góðan rætt at bjóða uppá hana, staðfestir borgarstjórin í Havn, sum ikki heldur, at tænastustøðið á Bussleiðin er lækkað.