Færri bilar seldir í fjør

– Men fleiri í desember í 2020 enn í 2019

Hóast bilasølan í Føroyum í fjør minkað við 8,6 prosentum, so vaks sølan av bilum í desember í 2020 í mun til desember árið fyri í 2019.

Tað vísa hagtølini hjá Akstovuni, sum hevur gjørt upp bilainnflutningin í júst farna ári.

Í árinum vórðu seld 2.921 akfør, sum er ein mink­ing í mun  til árið fyri, tá seldir vóru 3.134 ak­før. Afturgongdin í pro­sent­um er 6,8.

Størstu tølini eru altíð persónbilarnir. Í 2020 vórðu seldir 1977 persónbilar, er munandi færri enn árið fyri í 2019, tá seld­ir vórðu 2220 persónbilar. Í pro­sent­um er aft­ur­gongd­in 15,5.

Næststørsti bólkurin eru vøru­vognarnir. Har er støðan øvugt, tí í 2020 vórðu seldir 485 vøruvognar í mun til 443 árið fyri. Her er framgongdin sløk 10 prosent.

##med2##

Størsta útslagið í hagtølunum síggja vit í innflutninginum av bussum, har framgongdin er 675 prosent. Tað skyldast, at Bygdarleiðir skfiti bussarnar út í fjør. Í 2020 vórðu seldir 31 bussar í mun til 4 árið fyri.

##med3##