Seinastu árini er talið á bankaránum í Danmark vaksið nógv, men í ár hevur gongdin verið tann øvugta.
Undanfarin ár hava ránsmenn rænt millum 210 og 220 bankadeildir um árið í meðal, men higartil í ár er talið 175. Bankarnir hava fingið sær fleiri nýggjar trygdarskipanir, sum ivaleyst hava hjálpt, og løgreglan ivast ikki í, at tann nógva almenna umrøðan av nýggju trygdarskipanunum hevur fingið fleiri ránsmenn at setast aftur. Eitt nú veit almenningurin, at í summum bankadeildum eru eingir pengar uttan fyri avgreiðslutíðina. Samstundis hava fleiri bankar broytt nógvar deildir, soleiðis at tær nú bara ráðgeva viðskiftafólkinum. Skalt tú hava pengar, noyðist tú í sjálvtøkuna uttanfyri.
Men tað er dýrt at tryggja bankadeildir ímóti ránsmonnum. Í Nordea-bankanum verður sagt, at tað kostar umleið eina hálva millión krónur fyri hvørja deild. Í útlondum er vanligt at hava vápnaðar vaktarmenn í bankunum, men so langt vilja donsku bankarnir ikki fara.