Færri børn í Danmark

Tríggjar teir seinastu mánaðirnar í fjør vórðu 13.870 børn borin í heim í Danmark. Tað var 9 prosent minni enn í somu mánaðum í 2010 og samstundis tað er tað minsta síðani 1988. Tað skrivar Berlingske Tidende við donsku hagstovuni sum keldu.

Men hóast færri børn verða fødd nú enn fyrr, veksur fólkatalið í Danmark. Hagstovan sigur, at meiri enn 69.000 fólk fluttu til Danmarkar í 2011 ella 1.000 fleiri enn árið fyri. Tey flestu komu úr øðrum londum í Vesturheiminum.

Tølini hjá hagstovuni í Keypmannahavn vísa eisini, at meiri enn eitt prosent av danska fólkinum er av turkiskum uppruna.