Færri arbeiðstímar hótta danska vælferð

    

industri.fo
??????????
Tað gerst alsamt meira ein samfelagsligur trupulleiki at danir arbeiða minni og minni, siga OECD og Dansk Arbejdsgiverforening. Síðani 1960 eru tímarnir sum ein miðal arbeiðari er til arbeiðis hvørt ár, falnir úr 2.100 tímum til 1500 tímar. Hetta er ein avleiðing av styttri arbeiðsviku og meira frítíð. Hendan munandi lækking upp á 30 prosent sæst aftur í einari nýggjari analysu hjá Velfærdskommissionen, sum varð almannakunngjørd um mánaðarskiftið mai-juni. Avleiðingin av teimum færru arbeiðstímunum er at teir almennu kassarnir eru hungra eftir pengum í og við at hvør skattgjaldarin rindar færri skattakrónir til teir almennu kassarnar, skrivar Dansk Byggeri.