Nýggj tøl hjá amerikanska arbeiðsmálaráðnum vísa, at arbeiðsloysið í USA vaks í síðsta mánað og er nú 9,2 prosent. Tíðindini elvdu alt fyri eitt til fall á amerikanska partabrævamarknaðinum, skrivar AFP.
Ein talsmaður fyri Barack Obama, forseta segði við fjølmiðlarnar, at arbeiðsloysistølini vísa, at tað er neyðugt við tiltøkum.
Sambært hagtølunum hvurvu umleið 18.000 amerikonsk arbeiðspláss í juni mánað. 39.000 fólk í almennum starvi máttu til hús, og tann privati arbeiðsmarknaðurin megnaði ikki at skapa so nógv nýggj arbeiðspláss, sum roknað varð við frammanundan.