87 fólk færri vóru skrásett sum arbeiðsleys í juni, samanborið við í mai. Talið av fulltíðararbeiðsleysum var 1760 í juni, samanborið við 1847 í mai. Tað skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni.
Hetta merkir, at arbeiðsloysið er minkað við 0,3 prosentstigum niður í 6,5 prosent.
Í juni vóru 835 fulltíðararbeiðsleys mannfólk og 925 fulltíðararbeiðsleys konufólk.
Síðan januar 2009 hevur talið av arbeiðsleysum mannfólkið verið størri enn talið á arbeiðsleysum konufólki. Men hendan gongd vendi í apríl. Tað eru nú 90 færri fulltíðararbeiðsleysir menn enn konufólk.
Síðan arbeiðsloysið toppaði í februar, er talið av fulltíðararbeiðsleysum minka við gott 400.