Færri akfør skrásett

Hagtøl frá Bileftirlitinum vísa eina lækking í tølunum fyri skrásettum akførum í Føroyum

Bileftirlit Føroya hevur gjørt hagtølini fyri skráseting av akførum upp. Hagtølini vísa, at samlaða skrásetingin av nýggjum og brúktum innfluttum akførum í 2002 var 2.490 akfør í mun til 2.503 akfør í 2001. Hetta er sostatt ein afturgongd upp á 13 akfør svarandi til 0,5 %.
Harumframt er samlaða talið av innfluttum brúktum akførum í 2002 398 í mun til 2001, tá talið var 500. Hetta er ein afturgongd upp á 20,4 %.
Men havast skal her eisini í huga, at Bileftirlitið í 2002 er farið undir at skráseta prutl eisini.
Onkur hevur tikið til, at føroyingar skifta bil sum onnur skifta hosur, og tølini hava verið støðugt vaksandi í fleiri ár, men nú letur til, at stígur er komin í.
Staðfestast kann so í øllum førum, at færri bilar vórðu keyptir í 2002 í mun til 2001.
So er spurningurin um hetta verður ein varandi gongd, ella um tað bert er komin ein fyribils stígur í.