Í Føroyum skulu menninir ráða

Í hesum døgum har valið er fyri durðum, mugu vit menn fylkjast og ikki lata javnstøðuna detta burtur ímillum

Tað vísir seg, at kallkynið ikki hevur somu lógarfestu møguleikar at sleppa í leiðandi sessir o.a. Hetta mugu vit ikki lata um okkum ganga. Vit kunnu ikki lata hetta rák gerast okkara meinbogi innan politisku tinggáttina.

Tað er ikki bara innan politisku tinggáttina, at vit eru við skerdan lut. Tak barnsburðarfarloyvið. Hvussu skerda tíð hevur pápin ikki saman við barninum? Hvat skulu vit vænta okkum næst?

Frá fyrndini hava menn myndað politiska vígvøllin. Tíðin hevur broytt henda bygnað. Nú ríður um snarið hjá okkum monnum. Latum oss halda fast við gamlan sið og fáa mannin upp í aftur politik. Far á val og set tín kross við ein mann.

May the Best Man Win.