Í Føroyum hava vit bara tvey boð

1. Tú mást ikki drekka.
2. Tú mást ikki vera samkynd/ur.
Skalt tú verða ein rætt trúgvandi persónur eftir føroyskum standardi, so eru bara at fylgja 1. og 2. boði, tí so ornar restin seg sjálvt.
At allur heimurin veit av, at vit hava katólskar prestar, sum eru pedofilar. Tað er ikki so farligt, tí í Føroyum hava vit bara tvey boð.

Tá bókin “Sig at du lyver”, fortaldi okkum, at tað ikki bara eru katólskir prestar, sum gera seg inn á børn, men eisini føroyingar innan føroyskar samkomur, tá var tað heldur ikki so farligt. Tí í Føroyum hava vit bara 2 boð.
Tá Jesus í Matteus í 19, 21 sigur: “Vilt tú vera fullkomin, tá far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli”, so er tað heldur ikki so farligt, tí í Føroyum hava vit bara 2 boð.
Tískil er uppskriftin til ein einvegis ferðaseðil til himmals øgiliga einføld:
1. Syrg fyri at niðurgera samkynd og lat tey allatíð merkja hitan frá tí grábeinta.
2. Sært tú ein møguleika, so vælsignaði peika og døm tey, sum nerta dropan.
Fylgir tú føroysku himna uppskriftini omanfyri, so hevur tú vunnið ein einvegis ferðaseðil til himmals.

Favorit synd ger okkum blind
Í Føroyum hevur mann funnið sær tvær favorit syndir – samkynd og alkohol - sum yvirskugga alt annað, ið kristindómurin umboðar.

Hví hoyra vit ongan av teimum harðmæltu “kristnu” traðka fram og siga:
- Eg havi fingið nokk av, at háløntir mið- og fólkafloks politikarar koyra við dýrum bilum, hava dýr hús og ganga í dýrum klædningum, tí Jesus segði sjálvur, at vilt tú vera fullkomin, tá far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli.

Hvussu ofta hava tey kristnu brúkt hatta brotið úr bíbliuni? Ongantíð, tí her er talan um sjálvkritikk, og problemið við sjálvkritikki er, at tað rakar ein sjálvan. Og tá fylgjurnar av av kritikkinum eru, at mann verður noyddur at lækka sín egna livistandard. Tá er tað nógv lættari at finna feilir hjá øðrum, og at ignorera boðini frá Jesus, og fyri alt í verðini halda fast við tann føroyska lærusetningin: Í Føroyum hava vit bara tvey boð.