Á middegi í dag fóru sirenur um alt landið í Danmark at ýla. Hetta verður gjørt á hvørjum ári fyri at tryggja, at tær rigga, og eisini fyri at minna borgarar á, hvat tað merkir, tá sirenurnar fara í gongd.
Um sirenurnar fara í gongd, so merkir tað, at okkurt alvorligt er áfatt, og at mann sum borgari skal leita sær kunning frá danska kringvarpinum DR, sum er partur av tilbúgvingini. Sirenurnar eru settar upp fyri at geva boð um til dømis vanlukkur sum eitt nú kríggj og terrorálop, og líknandi skipanir hava tey nógvum londum rundan um okkum.
Í Føroyum hava vit ikki líknandi sirenur - ella ávaringarlúður - og tí kunnu føroyskir borgarar ikki á sama hátt fáa boð umgandandi, um onkur vanlukka hendir.
– Vit hava eina vælvirkandi tilbúgving í Føroyum. Tað eru ymsir mátar at fáa boð út. Til dømis er Kringvarpið ein partur av tilbúgvingini, um serlig boð skulu gevast út, og miðlarnir sum heild eru eisini altíð klárir at geva boð út. Løgreglan hevur eisini møguleika at geva boð lokalt við hátalarum, so vit hava fráboðanarmøguleikar, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum.
Hvat ger mann so, um onkur liggur og svevur, og okkurt heilt álvarsamt hendir, sum øll skulu fáa boð um beinanvegin?
– Undir vanligum umstøðum fær mann sum sagt boðini út gjøgnum Kringvarpið. Men um fólk liggur og svevur, og okkurt álvarsamt hendir, so eru aðrir møguleikar, eitt nú kann løgreglan fara út og vekja fólk, sigur Jacob Vestergaard.
Í Danmark eru 1.078 settar upp kring landið, og tað verður mett, at upp til 80 prosent av borgarunum í Danmark hoyra tær, tá tær fara í gongd.
##med2##












