Í hesum døgum er Karen van Rijn, sølu- og marknaðarleiðari hjá Crowne Plaza hotellinum á Amager á vitjan í Føroyum. Endamálið er at gera føroyingar varðugar við nýggja hotellið, sum í fyrsta byggistigi umfatar eitt hotel og ein skrivstovubygning, sum verður liðugur um fáar mánaðir.
Hotellið læt upp fyri tveimum mánaðum síðani og fekk sín elddóp við veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn í desember mánað.
- Orsøkin til, at vit eru í Føroyum at gera vart við okkum er, at tað flúga ein rúgva av føroyingum millum Føroyar og Keypmannahavn hvønn dag, og tí vilja vit fegin vera vart við okkara fasilitetir og tær tænastur, vit kunnu bjóða, sigur Karen van Rijn.
Crowne Plaza er kend hotelketa, og tað er sama samtak, ið eigur hesa ketuna umframt aðrar kendar hotelketur so sum Intercontinental og Holyday Inn.
Verkætlanin á Amager er risastór, og er ein ætlan í sjey stigum. Higartil eru sum nevnt fyrsta hotellið liðugt og fyrsti skrivstovubygningurin verður somuleiðis tikin í nýtslu innan stutta tíð. Tað er Dansk Industri, sum skal flyta inn í skrivstovubygningin.
- Tá samlaða verkætlanin er liðug, verður talan um átta bygningar, sum allir verða samanbundnir við glasgongdum, og sum allir verða bygdir í sama stíli, sigur Karen van Rijn.
Nógvar fasilitetir
Allir bygningarnir verða 85 metrar høgir, og í fyrsta hotelbygninginum eru 366 rúm. Nógv er gjørt burtur úr at gera bygningarnar umhvørvisvinarligar og orkusparandi, eitt nú við sólsellum.
- Vit hava heldur einki pappír í rúmunum, sum annars er vanligt. Allir upplýsingar finnast í staðin á sjónvarpinum, sigur Karen van Rijn.
Á hotellinum eru eisini 12 fundarhøli umframt eina stóra veitsluhøll við plássi fyri 800 fólkum.
- Nógv er gjørt burtur úr at hotellið skal liggja so væl fyri sum gjørligt, og tað er eisini tí, vit valdu staðið á Amager. Øll rúmini venda út eftir so hava gott útsýni við stórum vindeygum. Venda tey rætt ber til at síggja yvir til Svøríki, sigur Karen van Rijn.
Bygningarnir liggja beint við eitt stórt grønt øki, og nærhendis er eisini ein fult professionellur golfvøllur, sum Royal Golfclub umsitur, og sum American Golf Assosiation eigur.
- So tað er klárt, at vit eisini skipa fyri golfpakkum fyri áhugað, og sum eg skilji finnast eisini nógvir føroyingar, sum hava áhuga fyri golf, sigur Karen van Rijn.
Umframt 18-hol golfbanan er eisini ein minni 9-hol bani við síðuna av.
Copenhagen Towers
Crowne Plaza á Amager er fyrsta hotellið í ketuni í norðanlondum, og hotellið bjóðar tænastur, sum røkka út yvir tað vanliga.
- Ein av okkara tænastum er, at vit heinta fólk við einum shuttle-bussi ókeypis. So um tú kemur úr Føroyum, og til dømis ætlar tær víðari dagin eftir, heinta vit teg á flogvøllinum tá tú kemur, og koyra teg aftur á flogvøllin dagin eftir, sigur Karen van Rijn.
Matstovan á veghæddini leggur seg eftir at borðreiða við norðurlendskum mati, og fimtu hvørja viku verður matarskráin skift út. 90% av matarskránni er økologisk.
- Hotellið er moderna, men kortini ikki for moderna. Tað er kul fyri ein 20 ára gamlan, men framvegis komfortabult fyri ein 70 ára gamlan, sigur Karen van Rijn.
Hon hevur verið kring um í Føroyum og vitja serliga ferðaskrivstovur fyri at gera vart við nýggju gistingarmøguleikarnar, ið Crowne Plaza kann bjóða.
Bygningskompleksið verður kallað Copenhagen Towers, og skal minna um táverandi Twin Towers í New York. Tað er lætt at koma til og frá, og Metroin koyrir framvið. Við henni ber lættliga til at koma inn til Keypmannahavn, og á vegnum ber eisini til at steðga við Bella Centrið.
- So vit vóna, at føroyingar koma at búgva á Crowne Plaza, antin tað so er á handilsferð, shopping túri ella bara eina nátt áðrenn tey flúgva víðari dagin eftir, sigur Karen van Rijn.










