Føroyskur virðisbræavmarknaður økir vinnudynamikkin

Tað er við spenningi at vit fáa fyrstu skráseting á føroyska virðisbrævamarknaðinum, og verður spennandi at fylgja gongdini í kursinum hjá Atlantic Petroleum eftir at felagið verður skrásett 15 juni sum fyrsta felag á Føroyska viðisbrævamarknaðinum VMF

Vinnusiðukronikkin

Ein føroyskur partabrævamarknaður setur alt fleiri krøv til fleiri tættir í føroyska samfelagnum, samstundis sum hetta førir okkum alsamt nærri alttjóða samfelagnum.
Ein virkin partabrævamarknaður vil eisini føra til øktan vinnudynamikk, og vilja alt fleiri fyritøkur mennast soleiðis at hesar kunnu gerast búnar til at skásetast á VMF og harvið kunna mennast uppaftur meira og samstundis møguliga geva eigarunum munandi avkast.

Partabrævamarknaður setur krøv
Vit broyttum eigaramynstri í vinnulívinum, vilja vit síggja broyting í uppsparing og íløguhugunum hjá smáspararunum. Samstundis sum alt fleiri eftirlønargrunnar fara at gera íløgur á VMF.
Hetta setur nógv størri krøv til nevnd og stjórn í skrásettu feløgunum sum koma undir størri trýst frá eigarunum. Økt krøv til leiðslu og nevnd føra aftur til at føroyski fjølmiðlaheimurin og serliga dagspressuna mugu viðgerða vinnu- og fíggjarviðurskiftir munandi meira enn vit síggja í dag.

Frá politiskum til "institutionellum" eigaraviðurskiftum
Vit tað at tað almenna fer at byrja eina einskiljingartilgongd fara vit at síggja eina broyting í eigaraviðurskiftunum av føroysku feløgunum frá politiskum eigaraskapi til "institutionellan" eigaraskap og vil hetta eisini virka til, at vit fáa alt fleiri og vónandi dugnaligar umsitarar av okkara pensjónsuppsparing.

Broytt eigaraviðurskiftir av vinnulívinum
Umframt íløguvirksemið í partabrøv frá pensjónsgrunnun kann eisini vantast at føroysk og útlendsk vinnufeløg ynskja at keypa partabrøv á føroyska virðisbræavmarknaðinum og harvð vilja hesir aktørar eisini verða við til at broyta eygaramynstrið innan føroyskt vinnuliv munandi.

Partabrævamarknaðir við eitt vegamót
Sjálvt um vit í dag kunnu frøðast um at VMF veruliga fer at virka, so eru eisini tekin um, at tað kann gerast trupult at tiltrekkja feløg til VMF. Hetta serliga orsaka av teimum skjótt vaksandi aggresivu íløgufeløgunum ið keypa feløg, og umskipa feløgini og selja hesu aftur innan stutta tíð 3 til 5 ár. Spurningurin er so um hesu íløgufeløg vilja vísa VMF ans og keypa feløg skrásett har og avnotera hesu á VMF.

Partabrævamarknaður og alttjóðagerð
Tó er einki at ivast í at ein vælvirkandi partabrævamarknaður vil virka til, at tann vinnuliga transformatiónsprosessin føroyska samfelagið hevur brúk fyri verður framskundað og er hetta til gagn fyri alt samfelagið sum heild. Við øktum útlendskum íløguhuga vil vitan og alttjóðagerð hjá føroysku vinnufeløgunum økjast munand og harvið menna føroyska vinnuumhvørvið sum heild.
Kanska vit eisini kunnu síggja eina shippingvinnu sum úrslit av møguleikunum á VMF ella at Føroya Tele fer at menna Televarpið og skráseta Televarpið á VMF og harvið møguliga skapa eina alttjóða føroyska sjónvarpskanal, ið kastar pening av sær til privatu eigararnar.

Lítil danskur íløguhugur í Føroyum
Meðan føroyingar tosa um um Danmark sum "den store stygge ulv" , so hava vit sæð sera lítið til danskar íløgur í Føroyum. Hinuvegin hava yvir eitt 10 ára skeið sæð eitt veldugt norðuratlantiskt íløguvirksemi í føroyskum vinnulívi. Ìsland og Norege hava gjørt sera stórar íløgur í føroysk feløg og hava norðmenn serliga lagt seg eftir at gera íløgur í alivinnuna og nótaflotan. Meðan íslendingar hava gjørt íløgur serliga innan fíggjarheimin, tele og shipping. Í dag vísa íslendingar áhuga í okkara alivinnu og hugsandi er, at teir kunnu gerast stórir aktørar innan hesa vinnu. Spurningurin er so, hví danskt vinnulív hevur víst Føroyum so lítlan ans við beinleiðis íløgum. Her er hugsandi at teir sum millummenn og við einaumboðum hava vinning gjøgnum føroyska vøruinnflutningin og tískil ikki hava havt tørv fyri so aggresivum íløguvirksemi í Føroyum. Hinuvegin kann norska og íslendska íløguvirksemið halda frám uttan, at hetta verður greinað ella tikið til viðgerðar og har mett verður um fyrimunir og vansar við so skjótt vaksandi norðuratlantiskum íløguvirksemi í hesum lítla landi. Hendur hendan gongdin frám kunnu vit við røttum spyrja, hvør eigur føroyskt vinnulív um 5 ár.